- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi uttanlands hava stórt tilknýti til Føroya
27.08.2013 - 15:45
Innlendis›Samfelag
Lesandi uttanlands hava stórt tilknýti til Føroya
Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur latið gera kanning um føroyingar, sum lesa aðrastaðni enn í norðurlondum

Kanningin, sum Sjúrður Skaale hevur latið gera, vísir, at føroyingar, sum lesa aðrastaðni enn í norðurlondum, hava eisini stórt tilknýti til Føroya
Orsøkin til kanningina er kjakið, sum hevur verið um at leggja ÚSUN-veitingina lutvíst um til lán.
Í hesum kjakinum hevur spurnartekin verið sett við, um landið fær nógv mikið burtur úr teimum 12 milliónunum, sum tað brúkar um árið til lesandi utta nfyri Norðanlond, koma tey ikki heim aftur til Føroya eftir loknan lestur.
Kanningin vísir, at 27 % av teimum spurdu hugsa ofta um at flyta til Føroya, 38 % at tey av og á hugsa um at flyta til Føroya, og bert 7 % svar, at tey hugsa ongantíð um at flyta til heimlandið.
Lív Mikkelsen hevur gjørt innslagið og tosar við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














