Exit Føroyar fyri aðru ferð

Exit Føroyar fyri aðru ferð
Føroyar eru aftur komnar í ta støðu, at fleiri føroyingar flyta av landinum enn til landið. Og tað eru tey ungu, sum ikki koma heim aftur, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya
Bjarni Árting Rubeksen
Savnsmynd
16.08.2024 - 11:15

Tað kann væntast, at 40 prosent av okkara ungu flyta av landinum. Bara helvtin av teimum flyta heim aftur aftaná lesnað.

Tað vísa tølini hjá Hagstovuni. Sambært teimum minkar fólkatalið í Føroyum hvønn august mánað, sum er mánaðurin, tá flestu lesandi fara av landinum.

Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni, greiðir frá, at bert helvtin av teimum, ið sum ung flyta av landinum, koma aftur til Føroya at búgva. Hendan gongdin er galdandi fyri allar árgangir.

- Sostatt manglar ein fimtipartur av øllum árgangum, sigur hann.


Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovu Føroya 
 

 

60 prosent av teimum 23 ára gomlu vóru eftir í Føroyum

Eitt dømi er árgangurin frá 1990. í 2008 vóru 100 prosent av teimum stødd í landinum. Tað broyttist tó skjótt, og tá hesi vóru 23-24 ára gomul, vóru 40 prosent av árganginum farin av landinum.

Tá hesi vóru 26 ár vóru sást ein tilflyting aftur til Føroya, og tá árgangurin er 33 stendur talið rættiliga stilt - tá eru 80 prosent av árganginum flutt heim aftur til Føroya - 20 prosent eru framvegis uttanlands.

Nøkur ung, sum í dag ganga í 3.g á Glasi, hava ymisk boð upp á, hví tað er, at bert helvtin av lesandi flytur aftur.

Hesi vísa á høgu prísirnar og manglandi bústaðarmøguleikarnar í Føroyum, at røturnar kunnu hava fest seg aðrastaðni í lestrarárunum, og so verður víst á, at tað kann vera torført at fáa arbeiði í Føroyum, sum samsvarar við útbúgvingina, tey hava tikið uttanlands.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223