Íslendingar vilja ikki hava sild og makrel úr Føroyum

30.08.2013 - 13:19
InnlendisPolitikkur
Íslendingar vilja ikki hava sild og makrel úr Føroyum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at føroyingar í fjør fingu eina ábending um, at føroysk skip skuldu ikki koma til Íslands

Ísland vil ikki hava føroysk skip til Íslands við makreli og sild,  fyri at sleppa undan at skula taka støðu til boykott móti Føroyum. Men føroyska Fiskimálaráðið hevur ikki noktað føroyskum skipum at landa í Íslandi.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at føroyingar í fjør fingu eina ábending, ella eitt hint fyri at brúka hansara egna orð. Sambært hesum er Grønland einasta Norðurlandið, sum ikki noktar føroyskum skipum at koma við makreli og sild.

 


Føroysk skip hava tó ikki fyri neyðini at fara til Íslands við makreli og sild, tí tey sleppa av við fiskin í Føroyum. Og harafturat skal landskassin hava tvær krónur fyri kilo, sum verður landað uttanlands.

 


Fyrrapartin ráðførdi Jacob Vestergaard seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sildafundin í London fyrst í næstu viku.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963