Nettoskuldin næsta ár undir eina álíkning

Nettoskuldin næsta ár undir eina álíkning
Klaksvíkar kommuna væntar at fáa 345 mió. kr. í inntøkum næsta ár
Gongst sum væntað, kemur skuldin hjá Klaksvíkar kommunu niður um eina álíkning næsta ár.
 
29.09.2023 - 09:26

Klaksvíkar býráð hevur samtykt fíggjarkarmin fyri 2024. 

Inntøkurnar eru mettar til 345 mió.kr.

Raksturin er settur til 271 mió.kr., sum eru 15,7 mió.kr. størri enn avsetingin í ár.

Avlopið fyri rentur og avdráttir verður 73,9 mió.kr.

Eftir rentustuðul, rentugjøld og avdráttir eru 36,9 mió.kr. eftir til íløgur í 2024.

Um metingin fyri roknskaparárið 2023 heldur, har hallið er mett at vera fýra mió.kr.

Um fíggjarætlanin fyri 2024 javnvigar við 18,6 mió.kr. í avlopi, verður nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 21,4 mió.kr. undir einari álíkning við árslok 2024, skrivar kommunan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454