Kanna heimildina at gjalda CIP milliónina

bannari
11.09.2013 - 09:15
InnlendisPolitikkur
Kanna heimildina at gjalda CIP milliónina
Landsstýrismálanevndin hevur samtykt at kanna málið um Eysturoyartunnilin

Landsstýrismálanevndin fer nú at kanna, um løgmaður og frákoyrdi landsstýrismaðurin í innlendismálum høvdu heimild at lata Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur afturfyri at sáttmálin um Eysturoyartunnilin ikki varð undirskrivaður fyri 1. sept.


Umframt milliónina til CIP kannar landsstýrismálanevndin eisini spurningin um upplýsingarnar frá Landsverki, sum frákoyrdi landsstýrismaðurin ikki læt løgtingslimunum, Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen, tá teir í august høvdu fyrispurning um tunnilsmálið.


Hóast landsstýrismaðurin er sagdur úr starvi, verður málið kannað kortini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360