- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlond noyðast at víkja fyri ES
17.09.2013 - 13:04
Innlendis›Samfelag
Norðurlond noyðast at víkja fyri ES
Svarið var ikki óvæntað, sigur Høgni Hoydal. ES-rættur vigar meira í Norðurlondum enn grundlógin hjá Norðurlondum, Helsingforssáttmálin

Høgni Hoydal er ikki bilsin av svarinum, sum hann hevur fingið frá norðurlendsku ES-limalondunum um ES-boykottið móti Føroyum
Norðurlendska samstarvið noyðist at víkja fyri ES, sum trumfar sín rætt ígjøgnum.
Tað er niðurstøðan hjá Høgna Hoydal, limi í Norðurlandaráðnum, sum fyri trimum mánaðum síðani spurdi stjórnirnar í teimum trimum ES-londunum í Norðurlondum um ES-boykottið móti Føroyum.
Høgni Hoydal spurdi, um tær tríggjar stjórnirnar halda, at tað er í samsvari við Helsingforssáttmálan um norðurlendskt samstarv, at trý Norðurlond fremja handilsstongsul móti einum øðrum Norðurlandi.
Svarið var ikki óvæntað, sigur Høgni Hoydal. ES-rættur vigar meira í Norðurlondum enn grundlógin hjá Norðurlondum, Helsingforssáttmálin
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














