Advokatur: Frágreiðingin er ein løgfrøðilig meting

09.10.2013 - 08:57
Innlendis›Politikkur
Advokatur: Frágreiðingin er ein løgfrøðilig meting
Løgmaður ella politiska skipanin skulu taka støðu til, um dómur skal fella í tunnilsmálinum, sigur Hans Trúgvi Teirin, advokatur

Tað er skilligt, at Sjúrður Rasmussen ikki vil siga dóm yvir frákoyrda landsstýrismannin í innlendismálum. Hann hevur givið løgmanni eina politiska løgfrøðimeting, men tað er løgmaður sjálvur, ella politiska skipanin annars, sum skal taka støðu til, um ein løgfrøðiligur dómur skal fella í tunnilsmálinum.

Og ein slíkur dómur kann bert fella í rættinum.

Tað sigur Hans Trúgvi Teirin, advokatur, sum saman við Sjúrði Rasmussen í síni tíð var við til at skriva stýrisskipanarlógina.

Hans Trygvi Teirin sigur, at tað er uppgávan hjá løgmanni at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólkum. Løgmaður hevur longu mett, um Kári P. Højgaard umsat sítt málsøki á fullgóðan hátt. Tað gjørdi hann ikki, og tí varð Kári P. Højgaard koyrdur frá sum landsstýrismaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026