CIP royndi at trýsta løgmann at skriva undir

09.10.2013 - 19:25
Innlendis›Politikkur
CIP royndi at trýsta løgmann at skriva undir
Kaj Leo Holm Johannesen heldur fast um, at hann er ikki partur av avtaluni, sum varð gjørd við Copenhagen Infrastructure Partners 27. juni

Løgmaður var hjástaddur, tá avtala varð gjørd millum táverandi Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, um at danska fyritøkan skuldi fáa eina millión krónur í endurgjaldi, varð avtalan ikki gjørd, áðrenn august mánaður var úti.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at CIP royndi at trýsta seg til eisini at skriva undir avtaluna, men tað noktaði hann. Løgmaður heldur fast um, at hann er ikki partur av endurgjaldavtaluni við CIP.

Felagið hevur ikki fingið milliónina enn, tí CIP vil siggja, hvussu leikur fer.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129