Útflutningsbann ein vanlukka fyri Varðan Pelagic

22.11.2013 - 15:21
InnlendisPolitikkur
Útflutningsbann ein vanlukka fyri Varðan Pelagic
At virkið ikki sleppur á russiska marknaðin verður viðgjørt á hægsta politiska stigi

Tað verður ein vanlukka fyri uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic á Tvøroyri, sleppur virkið ikki at útflyta til Russlands.


Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú veterineru myndugleikarnir í Russlandi svartlista Varðan Pelagic, tí ov nógv bakteria eftir øllum at døma er staðfest í vørum frá virkinum.


Talan má vera um eitt mistak, og støðan hjá Varðanum Pelagic verður viðgjørd á hægsta stigi, bæði í embætisverkinum og politiskt.


Jóhan Dahl gjørdi russiska fiskimálaráðharran varugan við støðuna, í sambandi við makrelsamráðingarnar í síðstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360