Størri møguleikar við frystilínuskipi

04.12.2013 - 14:11
Innlendis›Samfelag
Størri møguleikar við frystilínuskipi
Nýggi Klakkur fer væntandi í vinnu um hálvan januar

Eitt frystilínuskip gevur fleiri møguleikar.


Tað sigur Líggjas Johannesen, skipari og reiðari, nú felagið hevur gjørt av at keypa eitt frystilínuskip úr Noreg, sum skal koma í flotan í staðin fyri línuskipið "Klakk", sum felagið hevur átt í 20 ár.


Nýggja frystilínuskipið er á stødd við størstu línubátarnar, sum hava verið í føroyska flotanum, og tekur góð 300 tons av avhøvdaðum frystum fiski.
Nýggi "Klakkur" fer væntandi í vinnu um hálvan januar.


Verandi "Klakkur" hevur verið í føroyska flotanum síðani í 1960, men verður ikki partur av virkseminum hjá felagnum í framtíðini. Hvat verður gjørt við skipið, er ikki endaliga avgjørt, sigur Líggjas Johannesen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129