Klaksvík: Hjún kunnu jarðast í somu grøv

22.01.2014 - 16:27
Innlendis›Samfelag
Klaksvík: Hjún kunnu jarðast í somu grøv
Frá 1. juli fer at bera til hjá hjúnum í Klaksvík at verða jarðað í somu grøv
Hjún, sum viljað jarðast í somu grøv, skulu boða gravaranum frá

Málið um, at hjún kunnu verða jarðað í somu grøv hevur fingið drúgva viðgerð í Klaksvíkar Kommunu.

Í 1998 varð málið fyrstu ferð til viðgerðar, uttan at nøkur broyting varð sett í verk. Í desember 2011 varð málið aftur til viðgerðar, og tá varð samtykt at halda seg til friðingartíðina upp á 30 ár, tó so, at gingu meira enn 30 ár millum gravsetanir, so kundi loyvi verða givið, um avvarðandi vildu tað.

Men nú hevur býráðið tikið næsta stig í málinum. Eftir 1. juli í ár kunnu hjúnafelagar jarðast í somu grøv.

Kirkjugarðurin í Buð í Klaksvík hevur góða skráseting. Og hjún, sum viljað jarðast í somu grøv, skulu boða gravaranum frá tí, tá tann fyrri skal jarðast, tí tá verður grøvin grivin djúpari enn ein metur og 80, sum vanligt er, sigur býarverkfrøðingurin, Heri Hammer.

Í dag er pláss fyri 100 gravum aftrat. Kommunan hevur í ár sett av ein miljón krónur til at útbyggja kirkjugarðin við 300 gravum aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565