Jarðfrøðilig umskaring kann dýrka tunnilin munandi

04.02.2014 - 08:46
Innlendis
Jarðfrøðilig umskaring kann dýrka tunnilin munandi
Undir Skopunarfirði er ein ókendur leikari, sum kann fáa stóran týdning fyri verkætlanina
Gongst sum ætlað gevst Teistin at sigla um Skopunarfjørð í 2021, tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum

Áðrenn Sandoyartunnilin verður gjørdur, er neyðugt at kanna, um ein jarðfrøðilig umskaring ella stór riva er í havbotninum í Skopunarfirði.

Umskaringin kann gera, at tunnilin fer at leka, og at hann verður dýrari at gera, sigur Bartal Højgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi.

Kanningarnar, sum skulu til fyri at staðfesta ella útihýsa umskaringina, fara at kosta 7,5 milliónir krónur, metti Landsverk í 2012.
 

Mynd: Gongst sum ætlað gevst Teistin at sigla um Skopunarfjørð í 2021, tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489