Peningastovnar fáa ikki veð í veiðiloyvum

05.02.2014 - 13:28
InnlendisPolitikkur
Peningastovnar fáa ikki veð í veiðiloyvum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at politisk undirtøka er ikki fyri eini slíkari skipan, sum peningastovnarnir hava eftirlýst

Tað er ikki politiskur meiriluti fyri at geva peningastovnunum veð í veiðiloyvum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Nú tinglýsingarlógin verður broytt, hava peningastovnarnir gjørt viðmerkingar til uppskotið, og teir mæla enn einaferð til, at teir eiga at fáa veð í fiskiloyvum og aliloyvum.

Jacob Vestergaard væntar heldur ikki, at undirtøka verður fyri, at veiðiloyvi skulu setast í veð, nú arbeitt verður við einari nýggjari fiskivinnuskipan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816