Íslendskir pensjónsgrunnar eiga nú Magn

25.02.2014 - 16:28
Innlendis›Samfelag
Íslendskir pensjónsgrunnar eiga nú Magn
Enn einaferð fær oljufelagið nýggjar íslendskar eigarar, men ongar broytingar verða í virkseminum, væntar nevndarformaðurin

Íslendsku eigararnir, sum síðani 2006 hava átt føroyska oljufelagið Magn, hava nú selt felagið ein íslendskan íleggjarabólk, sum m.a. fevnir um íslendskar pensjónsgrunnar.

Nevndarformaðurin, Christian Nagata, væntar ikki, at broytingar verða gjørdar í virkseminum hjá Magn, hóast felagið fær aðrar eigarar. Felagið verður rikið sum ein føroysk fyritøka, við føroyskari leiðslu og starvsfólkum.

Hoyr samrøðu við Christian Nagata í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392