Ætla at fáa Ågot á sleipistøð í dag

26.02.2014 - 08:00
Innlendis›Samfelag
Ætla at fáa Ågot á sleipistøð í dag
Fiskurin er landaður, men ivasamt er, um hann kann brúkast

Tamarhald er á støðuni umborð á garnaskipinum Ågot, sum nótaskipið Slættaberg rendi á í Klaksvík seinnapartin í gjár.

Ågot hongur enn á kúlustevninum á Slættabergi. Í gjárkvøldið og í nátt hava teir landað Ågot, men sjógvur kom at lastini, og tí er ivasamt, um fiskurin kann brúkast. Roynt hevur verið at tett lekan, sum frægast, og fyrrapartin er ætlanin at fáa Ågot á sleipistøð í Klaksvík.

Reiðarin ivast í , um Ågot verður skip aftur.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Eyðstein Poulsen, reiðara, klokkan 7.

 

Sí myndir á Norðlýsinum, tá roynt varð at tetta lekan á Ågot

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542