Viðgera hoyringarsvar um útbygging hjá Varðanum Pelagic

Viðgera hoyringarsvar um útbygging hjá Varðanum Pelagic
Tvøroyrar býráð hevur eykabýráðsfund í kvøld
Skorsteinurin á lýsi-og proteinvirkinum hjá Varðanum Pelagic verður 60 metrar høgur. (Savnsmynd)
 
19.02.2024 - 09:08

Á eykabýráðsfundi í kvøld fer Tvøroyrar býráð at viðgera hoyringarsvarini, sum komu um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja hægri enn meginreglan er í byggisamtyktini.

Tvøroyar býráð fekk tríggjar viðmerkingar um ætlanina at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju.

Teirra millum er eitt broytingaruppskot. 

Talan er um skorstein, sum er 60 metrar høgur, og goymslubrunnar, sum eru 20 metrar høgir.

Tá loyvi skal gevast til so høga bygging, skal almenn hoyring vera.

Fundurin í kvøld er almennur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672