- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndugleikarnir mugu taka ráðið í álvara

Løgmaður hevur tilnevnt sjey limir at manna Útflutningsráð Føroya næstu tvey árini.
Limirnir í Útflutningsráðnum eru: Marita Rasmussen, Símun P. Jacobsen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir.
Seks av limunum eru tilnevndir eftir tilmæli frá Vinnuhúsinum, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum.
Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri fyri føroyskum vørum og tænastum.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur, at myndugleikarnir mugu taka útflutningsráðið í álvara, skal tað muna.
Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg hevði við Maritu Rasmussen í útvarpsstovuni
Sí eisini















