- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sildin: Ivasamt um gerðarrættarmál kann halda fram
13.06.2014 - 11:20
Innlendis›Politikkur
Sildin: Ivasamt um gerðarrættarmál kann halda fram
Skuldi tað hent, at ES og Føroyar gerast ósamd aftur um sildakvotuna, kunnu Føroyar altíð royna aftur at fara í gerðarættin við ES, sigur løgmaður

Løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Løgmansskrivstovuni metir tað vera ivasamt, um tað ber til at halda fram við gerðarættarmálunum móti ES, tá revsitiltøkini verða tikin av.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú Føroyar hava gjørt avtalu um at steðga gerðarættarmálunum, um ES afturfyri tekur av revsitiltøkini móti Føroyum.
Skuldi tað hent, at ES og Føroyar gerast ósamd aftur um sildakvotuna, kunnu Føroyar altíð royna aftur at fara í gerðarættin við ES, sigur løgmaður.
Mynd: Hýrurin var góður í Tinganesi í gjár, tá skrivað varð undir sildasemjuna við ES
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















