- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog leggur størri dent á grannalondini
19.06.2014 - 09:12
Innlendis›Samfelag
Atlantsflog leggur størri dent á grannalondini
Nú verður reglulig flúgving til Íslands, Skotlands og Noregs

Hetta er eitt av flogførunum, sum Atlantsflog umhugsar at leiga at flúgva til Skotlands, Íslands og Noregs.
Ein partur av strategiini hjá Atlantsflogi er at knýta tættari samband við grannalondini. London verður slept, og i staðin verður flogið til Aberdeen í Skotlandi. Flúgvingin til Bergen og Reykjavíkar/Keflavíkar heldur fram.
Atlantsflog leitar eftir einum minni flogfari til hesar ruturnar, og trý flogfør eru í kikaranum.
Hildið verður fram at flúgva til Barcelona, men Milano verður slept, og í staðin kemur Mallorca í rutunetið.
Mynd: Hetta er eitt av flogførunum, sum Atlantsflog umhugsar at leiga til flúgvingina til grannalondini
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












