Noyðast at fáa fríhandilsavtalu við Kina

25.06.2014 - 09:26
InnlendisPolitikkur
Noyðast at fáa fríhandilsavtalu við Kina
Lond, sum vit kappast við, hava fríhandilsavtalu, og tí verður ikki kappast á jøvnum føti, sigur Vinnuhúsið

Skulu vit útflyta meira til Kina, og ikki tapa kappingina við grannalondini, er tað týdningarmikð, at Føroyar fáa eina fríhandilsavtalu við Kina.

Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

Á Løgmansskrivstovuni siga tey, at samráðingar eru við Kina um fríhandilsavtalu. Áheitan um avtalu varð send kinesisku myndugleikunum fyrst í hesum árinum. Løgmansskrivstovan sigur, at Kina hevur víst áhuga fyri at gera avtalu, og tí eru vónirnar góðar. Men tað er ilt at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at fáa hana í lag.

Tað tók Íslandi sjey ár at fáa fríhandilsavtalu við Kina.

Samráðingarnar við Russland um fríhandilsavtalu við Føroyar byrjaðu í 1999, men eingin avtala er gjørd enn.
 

Mynd: Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327