- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhús skal umsita eldraøkið
06.08.2014 - 10:58
Innlendis›Politikkur
Heilsuhús skal umsita eldraøkið
Tórshavnar kommuna umskipar bygnaðin í heilsu- og umsorganartænastuni

Ein nýggjur bygnaður í heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu er gjørdur, nú kommunan skal yvirtaka eldraøkið, og tað merkir, at allir stovnar á eldraøkinum skulu savnast í trimum eindum: í einum Heilsuhúsi og í tveimum integreraðum eindum.
Leiðararnir á hesum trimum eindunum skulu saman standa á odda fyri øllum tilboðunum til eldri borgarar í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hóast tríggir yvirskipaðir leiðarar nú skulu setast á eldraøkinum, so missa verandi leiðarar á ymsu stovnunum ikki starvið. Talan verður helst um, at deildarleiðarar verða á stovnunum, sigur borgarstjórin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












