Landsstýrismaðurin er altíð í parti við vinnuni

07.08.2014 - 15:10
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismaðurin er altíð í parti við vinnuni
Tað kann vera vandamikið, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sær burtur frá tilmælum frá Havstovuni, heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er altíð í parti við vinnuni, tá fiskidagar skulu lutast út.

Tað heldur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum.

Tað kann vera vandamikið, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum treytaleyst umboðar vinnuna, og sær burtur frá tilmælum frá serfrøðini, heldur hann.

Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi næsta fiskiár, serliga fyri toska- og hýsustovnin, sum skulu skerjast við 25 prosentum.

Verða óbrúktir fiskidagar lagdir aftrat niðurskurðinum, sum serførðin mælir til, verður samlaða skerjingin av fiskidøgnunum næsta fiskiár á leið 70 prosent.

Hoyr brot við Pálli á Reynatúgvu. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114