Bakkafrost størri skatt og tí minni vinning

26.08.2014 - 07:37
InnlendisVinna
Bakkafrost størri skatt og tí minni vinning

Bakkafrost hevði 213 mió. kr. í rakstrarvinningi eftir skatt fyrra hálvárið 2014, og 126 milliónir í øðrum ársfjórðingi.

Bæði tølini eru minni enn í fjør.

Hægri skattur er høvuðsorsøkin, sigur Bakkafrost í fráboðan til partaeigararnar í morgun.

Deildin, sum ger lidnar vørur, gevur nú aftur vinning.

Í øðrum ársfjórðingi góvu øll virkisøkini yvirskot, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Enn hevur boykottið hjá Russlandi móti øðrum londum, sum selja alilaks, ikki ávirkað Bakkafrost stórliga.

Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrost. Klokkan sjey okkara tíð í morgun legði hann fram roknskapirnar fyri tað, sum farið er av árinum, fram í keypsskálanum í Oslo, har sum Bakkafrost er skrásett.

  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709