Odmar Færø: Eg trúgvi uppá hópin

07.09.2014 - 23:22
Innlendis
Odmar Færø: Eg trúgvi uppá hópin
Tað var ein sera vónbrotin verjuleikari vit hittu eftir 3-1 tapið fyri Finnlandi. Men hann sigur at hetta er tað sterkasta landsliðið í hansara tíð

Odmar Færø hevur vegna skaða ikki verið ein partur av Føroyska landsliðnum í eina tíð. Men eftir at hann tvær ferð av ymiskum orsøkum hevur verið undir skurði, er hann millum teir fyrstu ellivu aftur.


Hann skuldi í dag royna at verja fyri, so at Finnland ikki kom til stórar málmøguleikar. Fyrsta partin av dystinum varð verjan ofta boðsend, men sum dysturin gekk fekk verjan fóta sær.


Vit tosaðu við ein vónbrotnan Odmar Færø eftir dystin. Hann vísti á hvat skal betrast til næsta dyst. Men hóast broytinar skulu gerast sigur hann at hesin hópurin er tann sterkasti, sum hevur verið meðan hann hevur umboðað landsliðið.

Vit spurdu eisini Odmar Færø hvussu tað var at vera við aftur í Føroyska landsliðshópinum. 

 

Úrslitið : Føroyar 1 - Finnland 3

1-0 41 min Christian Lamhauge Holst 
1-1 52 min Riku Riski
1-2 78 min Riku Riski
1-3 82 min Roman Eremenko

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425