Heilsutrygd: Sáttmálin við serlæknar má broytast

10.11.2014 - 13:20
Innlendis›Politikkur
Heilsutrygd: Sáttmálin við serlæknar má broytast
Tað ber ikki til at avmarka útreiðslurnar, sigur stjórin í Heilsutrygd

Neyðugt er at broyta sáttmálan millum Heilsutrygd og Serlæknafelagið, so útreiðslurnar til l privata serlæknaviðgerð kunnu stýrast betur

Tað sigur Jan Danielsen, stjóri í Heilsutrygd.

Hann tekur sostatt undir við ætlanunum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at broyta lógina um Heilsutrygd, so útreiðslurnar kunnu avmarkast, og tað Heilsutrygd ikki av sær sjálvum rindar, tá ein serlækni sendir stovninum rokning.

Føroyska heilsuverkið brúkar fleiri milliónir krónur um árið at gjalda serlæknum fyri privat virksemi, sum teir gera eftir arbeiðstíð, tí bíðilistarnir eru langir.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846