Kannar privata virksemið hjá serlæknum

10.11.2014 - 09:25
InnlendisPolitikkur
Kannar privata virksemið hjá serlæknum
Karsten Hansen vil hava lógina um Heilsutrygd broytta

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fer nú at kanna privata virksemið hjá serlæknunum.

Karsten Hansen hevur kunnað landsstýrið um, at hann vil hava lógina um Heilsutrygd broytta soleiðis at landsstýrismaðurin fær stýrt útreiðslunum til privata virksemið hjá serlæknunum.

Eitt yvirlit hjá heilsumálaráðnum vísir, at Heilsutrygd rindaði serlæknum yvir 4,3 milliónir krónur fyri privatar viðtalur, sum læknarnir hava eftir arbeiðstíð. Størstu gjøldini fóru til eygnalækna, giktalækna og oyrnalækna.

Økið verður stýrt eftir sáttmála millum Serlæknafelagið og Heilsutrygd.

Sáttmálin gevur serlæknum rætt til samsýning, tá teir veita serlæknahjálp eftir vanliga arbeiðstíð, tað vil siga eftir klokkan 15 seinnapartar.

Sjúklingarnir rinda ikki fyri viðtaluna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523