Taks: Vit hava gjørt eitt mistak

20.11.2014 - 13:27
InnlendisPolitikkur
Taks: Vit hava gjørt eitt mistak
Møblakeypið er tikið aftur, og Taks fer nú fylgja almenna innkeypspolitikkinum

- Vit hava gjørt eitt mistak.

Tað ásannar stjórin í Taks, Eyðun Mørkøre, sum hevur tikið ordran aftur og ikki keypir innbúgv frá fyritøkuni Stokholm, sum átti dýrasta tilboðið

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kravdi eina frágreiðing frá Taks, eftir at Taks hevði tikið av dýrasta tilboðnum um innbúgv til skrivstovurnar á Skálatrøð.

Í gjár var fundur millum partarnar, og har boðaði Taks frá, at tey avlýsa keypið og fara at fylgja almenna innkeyps-politikkinum.

Hoyr samrøðu við Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375