Eiga at samráðast við kommunurnar fyrst

04.12.2014 - 14:35
InnlendisPolitikkur
Eiga at samráðast við kommunurnar fyrst
At áleggja kommununum krøv um endurvenjing er steinur oman á byrðu, nú tær skulu taka við eldraøklinum, heldur Annika Olsen,landsstýriskvinna

Tað ber ikki til at fara inn á málsøki hjá øðrum og áleggja kommununum at skipa fyri endurvenjing.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í almannamálum.

Eitt lógarupsskot, sum Karsten Hansen, landsstýrsmaður í heilsumálum fyrireikaði, skuldi tryggja øllum borgarum rættin til ókeypis endurvenjing. Tað verður nú eitt uppskot, sum tryggjar fólki rætt til endurvenjing, meðan tey liggja á sjúkrahúsi.

Annika Olsen heldur, at tað er leggja stein oman á byrðu hjá kommununum, nú tær skulu taka við eldraøkinum á nýggjárinum.

- Hetta má loysast í sátt og semju við allar partar, sum varða av, og samráðingar eiga at verða kommunurnar fyrst, sigur hon.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360