Løgreglan um Sea Shepherd: Alt gekk væl

04.12.2014 - 09:16
Innlendis›Samfelag
Løgreglan um Sea Shepherd: Alt gekk væl
Løgreglan fekk styrk úr Danmark at brúka, um so var, at tað kom til ilnar millum føroyingar og Sea Shepherd í summar

Løgreglan í Føroyum hevur eftirmett arbeiðið í sambandi við tiltakið hjá djóraverndarfelagsskapinum, Sea Shepherd, í Føroyum í summar.

Løgreglan fekk styrk úr Danmark at brúka, um so var, at tað kom til ilnar millum føroyingar og Sea Shepherd.

Talan var um servand fólk og serliga útgerð, soleiðis at løgreglan kundi gera sítt arbeiði bæði á landi og sjógvi í spentum støðum. Síðani hevur verið eftirmett, hvussu samstarvið millum føroysku og donsku løgregluna gekk, og hvussu tað varð framt.

Og niðurstøðan er, at gekk væl í summar.

Hoyr samrøðu við Peter Thaysen, sjef-politiinspektør, í útvarpstíðindunum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026