Statoil fer - dyrgja nú eftir øðrum oljufeløgum

04.12.2014 - 09:22
InnlendisSamfelag
Statoil fer - dyrgja nú eftir øðrum oljufeløgum
Avbjóðingin hjá Jarðfeingi nú er at fáa onnur oljufeløg at vísa áhuga fyri føroysku undirgrundini.

Statoil og fýra onnur oljufeløg hava latið trý loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini innaftur.

Í tí eina loyvinum eru tveir brunnar boraðir. 

Í 2006 varð leitibrunnurin Brugdan boraður, og í 2012 varð farið undir Brugduna tvey. Tann boringin varð ikki liðug í 2012. Hon varð tikin upp aftur og gjørd liðug í ár. 

Í hvørgum brunni, Brugduni ella Brugduni tvey, vórðu kolvetni funnin. Dong, ExxonMobil, OMV og Atlantic Petroleum vóru saman við Statoil í hesum loyvinum. 

Í hinum báðum loyvunum eru jarðfrøðiligar kanningar gjørdar, men ongin brunnur er boraður. Her vóru ExxonMobil og OMV saman við Statoil, sum var fyristøðufelag í øllum trimum loyvum. 

Avbjóðingin hjá Jarðfeingi nú er at fáa onnur oljufeløg at vísa áhuga fyri føroysku undirgrundini.

Hoyr samrøðu við Maluna Ellefsen, jarðfrøðing á Jarðfeingi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360