Lóg ímóti Sea Shepherd hóttir rættartrygdina

05.12.2014 - 10:30
InnlendisPolitikkur
Lóg ímóti Sea Shepherd hóttir rættartrygdina
Jógvan Páll Lassen, advokatur, er ovfarin av samtyktini í løgtinginum. Hon er gjørd fyri at tekkjast veljarum, heldur hann

Uppskotið til samtyktar, sum skal forða Sea Sheperd at koma inn í landið, kann ikki praktiserast, og verður ein tílík lóg samtykt, hóttir hon okkara rættartrygd, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Tað nertir við grundleggjandi rættindi hjá einstaklingum í einum rættarsamfelagi, tá løgtingið heitir á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, sum forðar fólki, ið umboða felagsskapir, at sleppa inn í landið, sigur hann.

Jógvan Páll Lassen heldur, at samtyktin er gjørd fyri at tekkjast veljarum.

 

Sí eisini: Ein avbjóðing at nokta útlendingum inn í landið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590