Heim fyri fólk við serligum avbjóðingum letur upp í Suðuroy

Heim fyri fólk við serligum avbjóðingum letur upp í Suðuroy
Almannaverkið kann taka við leigumálinum síðst í triðja ársfjórðingi og væntandi byrja har í fjórða ársfjórðingi
Almannaverkið skrivar í næstum undir leigusáttmála um bygningin, sum skal hýsa heiminum í Suðuroy.
 
25.05.2023 - 10:09

Pláss verður fyri sjey fólkum í heiminum fyri fólk við serligum avbjóðingum í Suðuroynni.

Har vera fimm búpláss og tvey umlættingarpláss. 

Almannaverkið skrivar undir leigusáttmála í næstum. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.  

Annað virksemi er í bygninginum í løtuni. Tað flytur út fyri summarfrítíðina.

Síðani skulu tillagingar gerast.

Almannaverkið kann taka við leigumálinum síðst í triðja ársfjórðingi og væntandi byrja har í fjórða ársfjórðingi.

7,5 mió. kr. eru í fíggjarlógini til heimið í Suðuroynni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011