Munandi betri fólkaskúli, um tilmælini verða fylgd

Munandi betri fólkaskúli, um tilmælini verða fylgd
Formaðurin í Lærarafelagnum hevur góðar vónir um, at politiska skipanin fer at taka væl ímóti tilmælunum í fólkaskúlaálitinum
Eitt tilmæli er, at fólkaskúlanæmingar skulu sleppa at velja vallærugreinir eftir áhuga, heldur enn framtíðar útbúgvingarkrøvum. (Savnsmynd)
 
25.05.2023 - 12:52

Fólkaskúlin verður ein munandi betri skúli, um tilmælini í álitinum verða fylgd.

Tað sigur ein bjartskygdur formaður í Lærarafelagnum, sum hevur góðar vónir um, at politiska skipanin fer at taka væl ímóti tilmælunum.

- Eitt stórt framstig er, at næmingar sleppa at velja vallærugreinir eftir áhuga, heldur enn eftir framtíðar útbúgvingarkrøvum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.

 

Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum. 

 

Jacob Eli S. Olsen var sjálvur við í arbeiðsbólkinum, sum í gjár handaði landsstýrismanninum í skúlamálum álitið um broytingar í fólkaskúlalógini.

Umframt at fólkaskúlin í størri mun enn í dag skal stimbra áhugan hjá einstaka næminginum, eru fleiri onnur góð tilmæli, ið tilsamans fara at styrkja skúlan, heldur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25052023_Jakup_Eli_um_alit

 

Nýggja fólkaskúlaálitið verður viðgjørt nærri á Breddanum í útvarpinum fyrrapartin í morgin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860