- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost vil umskipa alingina í Føroyum

Bakkafrost hevur biðið myndugleikarnar um loyvi at ala øðrvísi, enn gjørt verður nú.
Felagið heldur at tað hevði bøtt um trupulleikan við lúsini, um alt smoltið varð sett út í ein fjørð, og nakrar mánaðir seinni, reinsað fyri lús, og síðani flutt á ein annan fjørð, har eingin lús var frammanundan.
Bakkafrost hevur tosað við Vinnumálaráðið, Landsdjóralæknan og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um hugskotið.
Fundur var um ætlanina í desember, og fundur verður aftur nú í februar.
Alt verður eftir lóg frá 2003, og endamálið er at broyta gongdina í alivinnuni sum heild, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti:
Les eisini: Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Viðareiði útbygd
Sí eisini















