Johan Dahl fer aftur í privata vinnulívið

10.03.2015 - 10:06
Innlendis›Politikkur
Johan Dahl fer aftur í privata vinnulívið
Gevst sum næstformaður og stillar ikki uppaftur til løgtingsvalið

Johan Dahl, landsstýrismaður, leggur frá sær sum næstformaður í Sambandsflokkinum, og hann fer úr politikki, tá løgtingsval hevur verið.

- Nógv gott og gagnligt er fingið á skaftið, tó at okkurt vónbrot eisini hevur verið, sigur fráfarandi næstformaðurin í Sambandsflokkinum

Johan Dahl sigur, at hann ætlar sær aftur í pribvata vinnulívið, tá valskeiðið er runnið.

Johan Dahl varð valdur fyrstu ferð á ting í 2002, og hann var afturvaldur í 2004, 2008 og 2011.

Hann var fyrstu ferð tilnevndur landsstýrismaður í 2004, men noyddist eftir fáum døgum frá, tí ófriður var um hansara fortíð í vinnulívinum.

Johan Dahl hevur verið landsstýrismaður í vinnumálum síðani 2008.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026