Umhugsa at banna butterfly-knívum

25.03.2015 - 15:28
Innlendis›Politikkur
Umhugsa at banna butterfly-knívum
Politiið vil einki gera, tí tað er ikki ólógligt at innflyta og hava slíkar knívar

Ein arbeiðsbólkur skal setast at kanna, um butterfly-knívar skulu bannast.

Tað heldur forkvinnan í Rættarnevndini, sum viðger uppskotið hjá løgmanni um at dagføra vápnalógina.

Herfyri vendu foreldur og ein skúli sær til politiið, tí børn høvdu keypt sonevndar butterflyknívar uttanlands. Men politiið kundi einki gera, tí í Føroyum er ikki ólógligt at innflyta og hava slíkar knívar - heldur ikki hjá børnunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037