- Tygor hava glett ómetaliga nógv børn

03.05.2015 - 13:59
Innlendis›Pengar
- Tygor hava glett ómetaliga nógv børn
Knappar fýrahundraðtúsund krónur eru savnaðar inn til átakið Meðan vit bíða

Tað er Miðlahúsið, sum saman við felagsskapinum Í Menniskjum Góður tokki, seinastu tríggjar vikurnar hevur skipað fyri innsavning til frama fyri børnum, ið liva í fátækaváða.

Á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið bleiv kunngjørt, at tilsamans 400.000 krónur eru komnar í sambandi við átakið.
Barbara Holm, ein av fyriskiparunum, handaði Annlis Bjarkhamar frá Í Menniskjum Góður Tokki tveir kekkar áljóðandi 70.000 krónur og 319.000 krónur.

Meira verður at hoyra um tiltakið í Norðurlandahúsinum í Góðan morgun Føroyar í morgin.
 

Mynd: Miðlahúsið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162