Djóraverndarlógin má dagførast

04.05.2015 - 10:41
Lívsstílur
Djóraverndarlógin má dagførast
Tey vita at djór eru fyri vanrøkt, men sambært djóraverndarlógini, hevur eigarin einki galið gjørt, siga umboð frá Djóraverndarfelagnum

Djóraverndarfelagið roynir at fáa politisku flokkarnar at hugsa um djórini, nú val stundar til. Felagið hevur áður roynt at ávirka poitikararnar, men tað hevur ikki eydnast, hóast lovandi orð. Nú gera tey so enn eina roynd.

Djóraverndarfelagið hevur skrivað eina dagføring á almennu facebooksíðuna hjá felagnum, eina skrivliga áheitin beinleiðis til politisku valevnini. Boðskapurin røkkir út til sera nógv fólk, tí omanfyri 7.000 fólk dáma síðuna.
Áheitanin er býtt í trý:
1)øll politisku evni at umhugsa djóravernd sum hjartamál og seta sær fyri, at betra um umstøðurnar hjá djórunum í føroyum.
2) at fáa eina strangari revsilóg í samband við djóramisrøkt og djórapíning.
3) at fáa eina dagførda og betri djóraverndarlóg..

Randi Rólantsdóttir og Joan Rólantsdóttir úr Dímun, nevndarlimir í Djóraverndarfelagnum eru i útvarpsstovuni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542