- Tíðindi, mentan og ítróttur
Símun Samuelsen: Hetta er ikki gott nokk
10.05.2015 - 19:41
Ítróttur›Fótbóltur
Símun Samuelsen: Hetta er ikki gott nokk
Símun Samuelsen, leikandi hjálparvenjari hjá HB, var ónøgdur við bert at fáa eitt stig, eftir at klassikarin við Stórá ímóti TB endaði 1-1

Mynd: Knút Olsen
Símun Samuelsen, leikandi hjálparvenjari hjá HB, var ikki heilt nøgdur eftir 1-1 javnleikin ímóti TB við Stórá á Tvøroyri.
Hann helt, at HB átti at havt avgjørt dystin til egnan fyrimun síðstu løtuna, tá útiliðið hevði onkran stóran málmøguleika.
- Hann liggur og dansar á linjuni har ímóti endanum, bæði Christian og René kunnu skjóta hann inn og Ivan var ikki eingong í málinum. Men held og óheld kann man ikki snakka um.
Tað endar 1-1, TB kempar gott og okur royna at fáa mál og fáa tað ikki, segði leikandi venjarin, sum sjálvur kom á vøllin í seinna hálvleiki.
HB hevur nú sekstan stig og liggja átta stig aftanfyri oddaliðið, NSÍ.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















