Drotningavitjan gevur KvF høvuðbrýggj

bannari
29.05.2015 - 11:04
Drotningavitjan gevur KvF høvuðbrýggj
Margretha drotning og Heindrikur prinsur eru í Føroyum samstundis sum fólkatingsval er

Drotningavitjanin, sum verður í somu viku sum fólkatingsvalið, hevur givið kringvarpsleiðsluni høvuðbrýggj.

Í ringasta føri verður Kringvarpið ikki við í fylginum, tá drotningahjúnini ferðast kring landið, men støða er ikki tikin enn, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
 

Vit hava vent okkum til danska hovið at vita, hvat tey halda um, at drotningahjúnini, ið annars halda seg frá politikki, vitjar eitt fólkatingsvalevni dagarnar upp undir 18. juni, tá val verður.

Í skrivligum boðum sigur danska hovið, at orsakað av valinum er vitjanin stytt ein hálvan dag. Hovið vísir annars til løgmans-skrivstovuna.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Dan Knudsen, ríkisumboðsmanni. 

 

Mynd: Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037