NSÍ'ararnir fingu spæligleðina fram og spældu væl

10.07.2015 - 08:28
InnlendisHeilsa
NSÍ'ararnir fingu spæligleðina fram og spældu væl
Tað sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, eftir dystin ígjárkvøldið móti norðurírska Linfield

NSÍ og Víkingur stóðu seg bæði sera væl í sínum Evropa League dystum í gjárkvøldi.

Á heimavølli á Svangaskarði vann NSÍ 4-3 á norðurírska Linfield. 

Pól Jóhannus Justinussen skoraði tvey mál, meðan Jens Joensen og Klæmint Andrassarson Olsen skoraðu hini bæði málini í málríka sigrinum hjá runavíkingum. Sigurin er tó ikki nóg mikið til at NSÍ kemur víðari í kappingini. Linfield vann nevniliga fyrra dystin 2-0.

Kortini var tað ein stoltur NSÍ-venjari, sum eftir dystin rósti sínum spælarum fyri gott avrik. 

Víkingur stóð seg eisini sera væl á útivølli móti norska stórfelagnum Rosenborg. Víkingur spældi málleysan javnleik yviri í Tróndheimi, og fekk tí eitt slag av uppreisn fyri 0-2 tapið á heimavøll í síðstu viku. 

Verri gekk hjá HB sum á heimavøllinum á Tórsvølli tapti 4-1 fyri litaviska liðnum FK Trakai. Litaviska liðið fer tí víðari í kappingini við einum samanlagdum 7-1 sigri.

Eftir dystirnar í gjárkvøldi er greitt, at einki føroyskt lið megnaði at spæla seg víðari í everopeiskum fótbólti í ár. 

Hoyr brot úr samrøðu við Trygva Mortensen, venjara hjá NSÍ, eftir dystin ígjárkvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558