Eingir pengar til fótbóltshøll í ár

Eingir pengar til fótbóltshøll í ár
Í fjør vóru játtaðar fimm milliónir til høllina, men í ár er eingin játtan
Fótbóltssambandið skal standa fyri verkætlanini um fótbóltshøllina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2023 - 16:10

Fótbóltssambandið fær onga játtan í ár til fótbóltshøll.

Í 2022 vóru játtaðar fimm mió. kr. til fótbóltshøll, ið er ein verkætlan, sum Fótbólssamband Føroya skal standa fyri.

Men sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, er projekteringin av fótbóltshøllini ikki gjørd, og støða er ikki tikin til nakra staðseting enn.

Tí er heldur eingin kostnaðarætlan fyri høllina.

Í viðmerkingunum í fíggjarlógaruppskotinum stendur, at tað verður Fótbóltssambandið, sum fer at standa fyri fyrireiking, projektering og bygging av høllini.

Almanna- og mentamálaráðið veitir stuðulin og fer í tí sambandi at seta neyðugar treytir, ið skulu verða uppfyltar, áðrenn stuðul verður veittur.

 

Fótbóltshøll í Hoyvík

Hóast verkætlanin hjá Fótbóltssambandinum ikki er byrjað, sigur Tórshavnar kommuna seg hinvegin hava ætlanir um at gera eina fótbóltshøll.

Í samrøðu við Sosialin í januar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at Tórshavnar kommunan hevur ætlanir um at byggja eina fótbóltshøll í Hoyvík.

Arbeiðið at byggja stórhøll í Hoyvík er byrjað. 

- Og vit arbeiða við, at ein fótbóltshøll verður bygd í sama umhvørvi sum stórhøllin, segði Heðin Mortensen millum annað við Sosialin.

Samanborið við stórhøllina, sum kostar slakar 220 milliónir krónur at byggja, verður mett, at ein fótbóltshøll fer at kosta góðar 80 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053