Kaj Leo: Løtan komin at skifta formann

bannari
03.09.2015 - 13:28
Innlendis›Politikkur
Kaj Leo: Løtan komin at skifta formann
Eykalandsfundur verður í Sambandsflokkinum, sum skal velja nýggjan formann í flokkinum

Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at hann fær ikki stuðul frá allari tingmanningini, sum varð vald týsdagin.

Men hann ætlar kortini ikki at leggja frá sær.

- Tað stendur til landsfundin at gera av, hvør skal vera formaður, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu við útvarpið..

Hinvegin sigur hann, at tað er rætt og rímiligt, at onkur annar bjóðar seg fram at standa á odda fyri Sambandsflokkinum og fáa eitt betri úrslit, enn flokkurin fekk á fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum.

Hoyr samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576