Gingið væl at yvirtaka eldraøkið

19.06.2016 - 16:25
Innlendis›Samfelag
Gingið væl at yvirtaka eldraøkið
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna lata væl at, nú eldraøkið er yvirtikið

Eldraøkið hevur yvirhøvur verið tarnað av skerjingum og strongd, men tey kennast ikki reiðiliga við tær avbjóðingarnar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Yvirtøkan av eldraøkinum hevur hilnast væl í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Tað er niðurstøðan í ársfrágreiðingini hjá Nánd, sum er heimatænastan hjá kommununum báðum.

Nakrir snávingarsteinar hava kortini verið. Í stýrisbólkinum halda tey ikki, at tilgongdin at flyta eldraøkið út til kommunurnar at umsita, var nóg væl fyrireikað, sigur Johan Christiansen, sum er stýrisformaður í Nánd.

Hoyr samrøðuna við Jóhan Christiansen her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037