Nú skulu øll gjalda fyri at brúka samferðslukervið

23.10.2016 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Nú skulu øll gjalda fyri at brúka samferðslukervið
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum arbeiðir við einari samhaldsfastari loysn, har øll gjalda eitt sindur

Stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, skulu øll gjalda fyri at nýta samferðslukervið, eisini tey, sum ikki beinleiðis gjalda fyri at brúka vegir, tunlar og brýr.

Arbeitt verður við einari samhaldsfastari loysn, har øll gjalda eitt sindur, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.

Hetta verður eisini nevnt í samgonguskjalinum.

Landsstýrismaðurin ætlar at fáa eina breiða semju í løgtinginum um nýggju gjaldsskipanina, og eydnast tað, verður eitt uppskot lagt fyri tingið í hesari tingsetuni.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129