Fyribils navnið verður TB FC Suðuroy

16.12.2016 - 13:08
InnlendisSamfelag
Fyribils navnið verður TB FC Suðuroy
Menninir skulu spæla í grønari troyggju og svørtum brókum, sum er búnin hjá TB á útivølli
TB FC-Suðuroy
Mynd: Savnsmynd  

Nýggja felagsliðið í Suðuroynni, sum skal spæla í Effodeildini, skal fyribils eita TB FC Suðuroy, men kapping verður seinni útskrivað um at finna nýtt navn og búmerki til felagsliðið.

Við avgjørdum meiriluta avgjørdu fótbóltsfeløgini TB, Royn og FC Suðuroy, at komandi kappingarár hevur Suðuroyggin eitt felagslið í Effodeildini.
Nevndirnar í teimum trimum feløgunum er farnar til verka, og næst á skránni er at tosa við leikararnar.

Les eisini: Breið semja um samanlegging

TB, Royn og FC Suðuroya, halda fram í yngru deildunum undir egnum navni.
Poul Erik Smedemark, formaður í TB, greiðïr frá

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815