Kostar 30 mió. at umbyggja Sjóvinnuhúsið

25.01.2017 - 14:10
InnlendisSamfelag
Kostar 30 mió. at umbyggja Sjóvinnuhúsið
Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna eru eftir øllum at døma ósamd um, hvør skal gjalda fyri at umbyggja Sjóvinnuhúsið til Fróðskaparsetrið

Hvør skal gjalda tær 30 milliónir krónurnar, sum tað fer at kosta at umbyggja Sjóvinnuhúsið í Havn til ein universitetsbygning?

Tann spurningurin er kanska atvoldin til, at samráðingarnar taka so langa tíð, heldur Heðin Mortensen, sum nú situr í andstøðuni í Tórshavnar býráð.

Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vil hava at vita, hvat skal henda við Sjóvinnuhúsinum, og hevur tí kravt málið fyri býráðsfundin í annaðkvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097