Skulu ikki flyta fleiri línuloyvi á uppsjóvarskip

02.06.2017 - 13:28
Innlendis›Politikkur
Skulu ikki flyta fleiri línuloyvi á uppsjóvarskip
Fiskimálaráðið gevur Vørn boð um, at flytingar av veiðiloyvum hjá línuskipum yvir á uppsjóvarskip, fyribils skulu steðga

Boðini úr Fiskimálaráðnum koma eftir, at andstøðan á løgtingi hevur lagt landsstýrismannin í fiskivinnumálum undir at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap beint ímóti greiðari niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni.

Í 2014 segði Umboðsmaðurin, at tað ber ikki til at flyta veiðiloyvini frá línuskipum til ídnaðarskip, sum síðani kunnu fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum.

Nú hevur stovnur undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum flutt veiðiloyvi hjá línuskipum yvir á uppsjóvarskip, soleiðis at hesi sleppa til svartkjaftafiskiskap.

Útvarpið hevur allan fyrrapartin roynt at fáa viðmerking frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men tað er ikki eydnast okkum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576