Fegnast um at sleppa aftur til arbeiðis

03.08.2017 - 13:38
Innlendis›Samfelag
Fegnast um at sleppa aftur til arbeiðis
Eingin trupulleiki, at virkið hjá Varðanum Pelagic verður bygt aftur á sama stað, siga fólk á Tvøroyri

Á Tvøroyri fegnast tey, nú Varðin Pelagic í gjár fekk loyvi frá kommununi at byggja nýggjan virkisbygning fyri tann, sum brann í grund tann 9. juni.

At virkið skal liggja í bygdum øki, er ikki tann stóri trupulleikin, halda tey.

Býráðið á Tvøroyri samtykti á eykabýráðsfundi í gjár at geva Varðanum loyvi at byggja virkið upp aftur. Samtyktin var einmælt.

Økið, har gamli bygningurin stóð, verður væntandi liðugt ruddað um ein mánað ella so.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334