- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um ræðisrættin til vatnið til smoltstøðina í Skálavík

Virksemið á nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrosti í Skálavík byrjar eftir ætlan í summar, men tað er framvegis ógreitt, hvør hevur ræðisrættin til vatnið, sum smoltstøðimn skal brúka.
Í gjár var landbúnaðarstevna í Skálavík í sambandi við ósemjuna um ræðisrættin til vatnið.
Málið hevur verið í Føroya Rætti, men rætturin vísti málinum frá sær.
Vilja kæra til landsrættin
Í gjár var so ein landbúnaðarstevna í Skálavík, sum sýslumaðurin hevði kallað inn til. Har skuldi støða takast til, um málið kundi kærast til landsrættin. Landbúnaðarstevnur virka sum dómstólar í landbúnaðar- og jarðarviðurskiftum.
Á landbúnaðarstevnuni vóru sýslumaðurin, limirnir í landbúnaðarstevnuni, Búnaðarstovan og hagaeigararnir, saman við sakførarum.
Hagaeigararnir vilja ikki lata ræðisrættin til vatnið frá sær. Tí steðgaði málið upp, og Bakkafrost slapp ikki at brúka vatnið til sítt virksemi.
Tá semja ikki kundi fáast um vatnið, kom Búnaðarstovan upp í málið, og hevur síðani tikið ræðið av festaranum.
Búnaðarstovan.
Fyrispurningur til landsstýrismannin
Málið er nú eisini komið í Løgtingið.
Í grein 52 fyrispurningi, sum løgtingsmaðurin, Jacob Vestergaard, sendi til landsstýrismannin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirik í Jákupstovu, vísir Jacob Vestergaard á, at Búnaðarstovan hevur tikið ræði av festaranum í Skálavík, fyri at síggja til, at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka burturav haganum.
Í svari sínum til fyrispurningin vísir landsstýrismaðurin á, at Búnaðarstovan umboðar og umsitur alla landsjørðina, men letur festarum almenna jørð í festi í eitt nærri ásett áramál.
Í útgangsstøðinum umsitur festarin jørðina vegna landið, og hevur ræðisrættin, men Búnaðarstovan - umboðandi landið, sum eigur landsjørðina - kann í ávísum førum seta festaran til viks, sbr. grein 1 í hagalógini.
Nýggja smoltstøðin í Skálavík. (Mynd: Bárður Lydersen)
Kann setast til viks
Landsstýrismaðurin sigur víðari í svari sínum, at ásetingin tryggjar, at landið - sum eigari - í serligum førum kann seta brúksrættindahava til viks fyri taka avgerðir, sum verða mettar at tæna eigarum, heldur enn brúksrættindahavanum, best.
Eigararnir av haganum vísa tó til løgtingslóg um landsjørð frá 2006, sum ásetur, at festini eru ogn hjá bóndanum, kunnu seljast og veðsetast. Búnaðarstovan kann bert taka ræði, um talan er um mishald.
Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Búnaðarstovuni, men tey hava onga viðmerking til málið.
Regin Jacobsen.
Avgreidd við kommununa
Kringvarpið hevur verið í sambandi við Bakkafrost um málið.
Stjórin, Regin Jacobsen vil ikki gera bandaða samrøðu, men sigur í stuttari viðmerking, at viðurskiftini um vatnið eru avgreidd í samráð við Skálavíkar kommunu eftir galdandi byggi- og býarsamtykt.
Avgerðin hjá landbúnaðarstevnuni, um málið kann kærast til landsrættin, kemur um nakrar vikur.





























